Jólaleikir, jólasangir, krubbuspæl, jólakór, Lucia, jólatræ.
Alt er partur av skúlagongdini undan jólum.
Og ofta er tað ikki smávegis orka, ið verður løgd í at fáa leikir og sangir so góðar, sum gjørligt. Lærarar og næmingar leggja alt tey eiga í hetta og vant verður umaftur og umaftur.
Á skúlunum kring landið hevur verið dúglig stákan undan jólum.
Venjingarskúlin í Havn er ein hin stórsti skúlin í landinum. Eisini har høvdu tey jólahald. Skúlin er undir somu tekju, sum Læraraskúlin, so væl liggur fyri at nýta Læraraskúlahøllina.
Myndamaður var á staðnum og tók hesar hugnaligu myndirnar í høllini, tá Venjingarskúlin hevði hugnaløtu fyri næmingum, lærarum og foreldrum, áðrenn farast kundi í jólafrí.











