Jól á útoyggj

Á Stóru Dímun búgva tvey húski, ið tilsamans telja fimm fólk. Hóast jólahugnin her ikki spreiðir seg á sama hátt, sum í býnum og í stóru bygdunum, stákast tey á sín hátt. Eva úr Dímun greiðir frá, at hjá teimum ræður tað um at skapa síni egnu jól í sínu egna hugna

Upplýstar handilsgøtur, blink­andi prýdd hús, jólastákan og gávukeyp er nakað, sum eyð­kennir jólini fyri nógv fólk, men hendan tíðin er øðrvísi á Stóru Dímun.

- Tað ræður um at skapa jólahugnan sjálvi, greiðir Eva úr Dímun frá, sum er mamma at fimm ára gomlu Døgg og tvey ára gamla Sprota, ið alt lívið hava búð á lítlu oynni. Sjálv hevur hon búð meginpartin av lívinum á Stóru Dímun, men hevur eisini notið jólini nøkur ár í Havn, har hon gekk á studenta- og lærararskúla.

Lívið á Stóru Dímun er rættiliga nógv øðrvísi um jóltíðir. Jólaprýði og annað verður sjálvgjørt, nógv av jóla­mánaðinum fer við klipp­ing, greiðir Eva úr Dímun frá. Eisini verður hugnað um við bakstri, har børnini sjálvandi eru við.

- Mær dámar betri jólini á hendan hátt, tí tey eru á ein ann­an hátt hugnaligari. Vit fara tó altíð ein túr við børnunum til Havnar um miðan desembur mánað, so tey eisini kunnu upp­liva hvussu alt sær út í Havnini hesa ársins tíð, sigur Eva úr Dímun.

 

Øðrvísi gerandisdagur

Gerandisdagurin í familjuni brýtur í mangar mátar frá vanliga gerandisdegnum aðrastaðni, tí nógv tíð fer til djórini. Familjan hevur bæði seyð, ross, neyt, hundar, gæs, dunnur og kaninir. Men hesin gerandisdagur broytist eisini, tá farið verður inn í hesa tíð á árinum. Neytini og seyðurin verða tikin inn, og nógv tíð fer til tey. Eisini er familjan farin undir at framleiða skinn, ið eru nógv umbiðin uppundir jólini.