Jól í Streymloysi í Atlantis

Dramaskúlin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag leggur í morgin til brots við nýggjum jólaleiki, sum eitur “Jól í Streymloysi”. Framført verður í Atlantis.

Leikurin er onkursvegna eitt framhald frá leikinum í fjør, ið snúði seg um húkin, og í øllum førum er tað aftur Jákup Veyhe, ið hevur skrivað og lagt til rættis.

“Jól í Streymloysi” gevur eina ábending um innihaldið, tí leikurin snýr seg um, hvussu vorðið hevði verið, um eingin streymur var á jólum, so tey vóru CO2-frí.

Fyrst og fremst høvdu ongar jólaperur lýst, og tað hevði ikki borið til at lurtað eftir tónleiki fyri ikki at tosa um, at ikki hevði borið til at ynskt øðrum gleðilig jól á Facebook.

Dramaskúlin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag spælir leikin í Atlantis, sum Astrið Gullborgardóttir leikstjórnar. Hetta eru gamlir og kendir karmar hjá felagnum.

- Millum ungu spírarnar í felagnum eru eisini onkur kend andlit, sum eitt nú hin navnframi, Rólant Reginsson Biskopstø, ið eisini er kendur sum “hjartadrongurin”, sigur Klaksvíkar Sjónleikarafelag í tíðindaskrivi.

Fyrstu sýningarnar verða í morgin, leygardagin hin 10. desember, klokkan 16 og 18, og spælt verður aftur sunnudagin hin 11. desember klokkan 16 og 18.

Atgongumerki fáast hjá FAST í Klaksvík.

Myndina til henda tíðindastubban hevur Jákup Thøgersen tikið.