Jól í sparikassanum

Eins og undanfarin ár fer Norðoya Sparikassi at skipa fyri jólahugna uttan fyri stovnin við Ósávegin.
Á skránni verður tónleikur av ymsum slagi, tey vitjandi fáa kaffi og køkur og eisini verður okkurt gott til børnini. Peningastovnurin hevur latið teimum børnunum, ið tøma Silva í jólamánaðinum ein Silva kalendara og eitt jólakort. Hetta jólakortið er ein lutaseðil um nakrar Silva vinningar, sum verða drignir til hesi uttandura tiltøkini.
Sum vanligt kemur tónleikurin at ganga fyri seg á pallinum hjá Sparikassanum.
Hesi tiltøkini verða teir tríggjar komandi hósdagarnar undan jólunum. Fríggjadagin 17. desember verður so skipað fyri einum líknandi tiltaki utann fyri deildina hjá Sparikassanum í Leirvík. Fyrsta tiltakið verður í dag frá klokkan 17 til 18.