Í dag læt ein jólasøluframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru tær tríggjar: Tórun Højgaard, Poula Hansen og Oddny í Lon, ið hava eina søluframsýning við lutum, sum tær hava sjálvar hava gjørt. Har eru jóladekoratiónir, jólaprýði, bundnar vørur og nógv ymiskt annað.
Søluframsýningin verður til og við týsdagin 8. desember. Opið er allar dagarnar frá kl. 10-19, uttan sunnudagin, tá er opið frá kl. 14-19.









