Jólamaðurin kemur við Jólaskipinum sunnudagin kl. 3 seinnapartin
Nú styttist til jóla og jólamenninir eru veg til Havnar. Í ár hevur jólamaðurin Kjøtkrókur fingið fart við Thorshavn, tá hann sunnudagin ætlar sær út til Nólsoyar eftir tí jólamanninum, ið býr úti á Borðuni.
Teir koma til Havnar seinnapartin kl. 3. Nógv fólk vóru seinasta ár at taka ímóti teimum, og teir vóna at eins nógv børn og vaksin leita sær oman í Vágsbotn, tá teir koma í ár. Fyri at stytta um bíðitíðina fer GHM at spæla jólaløg, so eftir er bert at ynskja, at veðrið verður gott.
Vit hava glett okkum til teir koma, vit hava jú so nógv, sum vit skulu vísa teimum: hvussu væl vit hava prýtt býin, eitt tað vakrasta jólatræið, ið nakar hevur sæð, við stjørnu í toppinum, og ljós í trøunum við Gamla Bókhandil og longri uppi í gongugøtuni við Sparikassan. Gongugøtan er sum ein vetrarbreyt. Og sjálvt fremmandafólk halda, at okkara ljós eru vakrast av øllum.
Í Grasagarði liggur ein lítil jólamaður og svevur. Hann ansar eftir gávunum í jólakalendarahúsinum. Men hann sleppur ikki at sova longur enn til sunnudagin, tá skal hann saman við hinum jólamonnunum í býin at hitta jólaglað børn og vaksin, lurta eftir tónleiki og sangi í gongugøtuni. Børn, sum hava hug at senda eina heilsu til jólamenninar, kunnu leggja eina tekning inn til teir í jólahúsinum.
Teir fimm seinastu dagarnar fyri jól vera jólamenninir í býnum. Sangur og tónleikur verður at hoyra, og onkur skúlaflokkur og onnur fara at selja jólaprýði, bollar, køkur og okkurt at drekka afturvið.
Tað eru handlarnir niðri í Havn, sum í felag skipa fyri, at allir jólagestir og havnarborgarar fara at kenna jólahugnan. Ynski er, at vit fara at geva okkum stundir til at steðga á eina løtu, kenna samveru, hitta kenningar og gleða okkum til jólahaldið og ljósaru tíðina, ið jólini eisini bera boð um.
Gleðilig jól, Kunningarstovan