Jól á italienskum

Jólini eru upprunaliga ein heiðran av Jesu føðing. Tað vita vit. Men í stóran mun eru jólini eisini ein staðfestan av okkara felags samleika, sum vit hava brúk fyri við jøvnum millumbilum. Við føstum ritualum minna vit hvønn annan og okkum sjálvi á, at vit sum føroyingar eru felags um nøkur grundleggjandi viðurskifti. Tí verða jól undir fremmandum himmalhválvi millum fremmand fólk og siðir ongantíð tað sama sum jól heima

Jólini eru eitt tað mest konservativa fyribrigdið, sum vit hava til felags. Ung sum gomul hava somu ímynd av hvussu jólini skulu vera. Tey skulu vera júst sum seinast.
Alt skal vera júst sum tað var ? sum tá vit vóru børn, og helst eisini sum tá foreldur okkara vóru børn ? jú meira er tað sama, jú betur.
Vit eta tann sama matin hvørt jólaaftanskvøld, vit keypa tað sama slagið av jólatræ og brúka tað sama jólapyntið, sum gjarna skal hanga í sama stað sum í fjør. Og vit elska tað.
Dunnuluktur
Og meðan tað fyri útleingjandi føroyskar sálir kann vera herligt at vera burtur úr Føroyum í dagar og ár, so seta jólini hvørt ár gongd á eina landaflýggjan úr útlondum til Føroya. Bara tankin um at sita og kúra á einum kollegiekamari jólaaftan, meðan gásin ella dunnan har heima sendir sín heita anga út úr ovninum og inn í nasarnar á jólahýrsmerktu familjuni, fær sjálvt tann mest harðføra studentin at leingjast heim tá tað líður inn í desember mánað, og barnafamiljur uttanlands vilja ofta hava børnini at halda jól, júst sum tey sjálvi hildu jól ? í Føroyum.
Heimkomur hjá útisetum, og heimlongslulsmerktu jólaheilsanirnar frá teimum, sum ikki venda heim hesuferð, men lova, at tey koma ein túr í summar, eru soleiðis vorðnar ein partur av føroyskari jólamentan.
Ikki fitt
Sjálvur havi eg nú í nøkur ár havt ta afturvendandi gleði at verið partur av skaranum, sum við eini imponerandi luftbrúgv millum Føroyar og Danmark verða flutt 1500 kilometrar norðureftir av Atlantic og Maersk í døgunum undan jólum.
Men í ár verður øðrvísi. Havi sett mær fyri ikki at vera so góður við meg sjálvan í ár. Skal ístaðin halda jól, ella rættari, eitt slag av jólum undir italienskum himmalhválvi. Tí verulig jól kann tað jú ongantíð verða talan um, tí tey verða jú ikki akkurát sum tey plaga, og tað skulu tey fyri at vera eini verulig jól. Men jólini eru ikki til at umganga, og 24. desember skulu tey nokk fanga meg, hvar eg so eri.
So fyri at fyrireika meg eitt sindur uppá hvat treytaleyst er í væntu, havi eg sett meg eitt sindur inn í hvussu jól í Italia fara fram.
Eingin jólafrokostur
Tað fyrsta, sum italiensku jólini vanta samanborið við føroysku jólini eru jólafrokostarnir undan jólum. Hesin hugnaligi og ofta ikki sørt stuttligi siður, ið danir hava ment, og sum føroyingar adopterað við húð og hár og donskum livurpostei, verður ikki brúktur her. Og hevði ein jólafrokostur verið fyriskipaður í Italia, hevði hann helst verið nakað turrisligur eftir føroyskum mátistokki, tí flestu italienarum dámar einki at drekka sær eina kenning.
24. uttan hóvasták
Jólaaftan í Italia er lítið meira enn ein vanligur desemberdagur. Handlar hava opið sum vanligt til klokkan átta ella níggju, og fólk eru til arbeiðis. Í summum familjum er traditión fyri einum góðum døgurða um kvøldið, men júst hvat verður sett á borðið er ikki so siðbundið.
Italiensku jólini byrja soleiðis ikki jólaaftan sum føroysk jól. Tey byrja harafturímóti beint eftir. Tá kirkjuklokkurnar ljóða á miðnátt og boða frá at jóladagur byrjar, eru kirkjurnar fullar, og tær katólsku miðnáttarmessurnar byrja í øllum kirkjum í landinum.
Hóast pávasætið er mitt í høvuðsstaðnum, og landið hevur sterkar katólskar traditiónir, hava italienarar sum heild ein rættiliga avslappaðan hugburð til sína religon og eru ikki kendir sum so trúgvir kirkjugangarar. Men á miðnátt 24. desember fer alt, sum kann flyta seg, í kirkju.
Havi onkuntíð roynt at fylgt við miðnáttarmessuni úr Pæturskirkjuni úr Rom, sum Sjónvarp Føroya trúliga serverar hvørt jólaaftan, og havi altíð hildið hana verið eins spennandi og veðurtíðindini ein føroyskan januardag. Men "skik følge eller land fly" plaga danir og føroyingar at taka til, og nú eg havi valt ikki at flýggja um jólini, má eg heldur gera tað fyrra og møta upp til miðnáttarmessuna í dómkirkjuni í Siena.
Gávur, heks og kol
At geva hvørjum øðrum jólagávur á jólum er eins og nógva aðrastaðni rættiliga nýtt í Italia. Gamal italienskur siður er, at náttina til trettanda kom ein heks og fylti hosurnar hjá børnunum, og hetta vóru einastu jólagávur, sum børn fingu. Høvdu børnini skikkað sær væl, fingu tey góðgæti, men høvdu tey skikkað sær minni væl, fylti heksin hosurnar við kolstykkjum. Í nútímans útgávuni av hesum siði koyrir heksin góðgæti, ið líkist kolstykkjum, niður í hosurnar trettanda.
Men hvat eru eini modernað jól uttan stóra árliga jólagávuskiftið og jóladøgurðan? Í Italia fer hetta fram jólamorgun. Tað fyrsta børnini gera, tá tey vakna, er at lata allar jólagávurnar upp, og um miðdagsleitið fara øll til jólaborðs, har borðreitt verður við størsta døgurðanum á árinum, sum sambært italienskum matsiði er samansettur av einum ótali av ymiskum verðum.
Krubbur
At jólini upprunaliga snúgva seg um at minnast Jesu føðing og ikki bara um jólamenn, jólamat, gávur og jólatrø, verður ikki gloymt herniðri. Ikki tí, jólatrø verða eisini seld til flest øll italiensk húsarhald, men jólatræið fær ikki fremsta pláss í heiminum. Tað fáa harafturímóti pallmyndir av føðing Jesusar, sum einki italienskt húsarhald kann vera fyri uttan í jólamánaðinum.
Tað er ein elligamal italienskur jólasiður at byggja landsløg við fjósi, krubbu, Jesusbarni, Mariu, Jósef og øllum hinum, sum hoyrir til eina mynd av tí, sum hendi jólanátt fyri 2002 árum síðan.
Hvør einasta av teimum fleiri túsund kirkjunum í landinum hava eisini eina slíka jólakrubbu standandi frammi í desember mánað, og tað er ikki óvanligt; at tær hava bæði vatn- og elektrisitetveiting, soleiðis at lív kann koma í ljós, brunnar og alt møguligt annað í jólakrubb-unum, sum kunnu vera rættiliga umfatandi og tøkniliga framkomnar.
Jólakrubburnar til heimabrúk kunnu keypast heimagjørdar á marknaðum og serhandlum ella hópframleiddar í handilskjarnum, og eisini hesar hava í besta føri allar møguligar tøkniligar hentleikar.
So eina slíka má eg heldur minnast til at keypa mær, nú jólini nærkast í hvørjum, hóast allarbest mær hugnar í Føroyum.