Jól hjá Derhardi presti

Í tíggju ár hava konan, eg og so seinastu trý jólini eisini dóttir okkara, annaðhvørt hildið jól niðri í Danmark ella heima í Føroyum antin hjá verforeldrum mínum í Havn ella hjá foreldrunum í Saltangará.

Øll jólini, uttan mun til stað, hava verið stak hugnalig. Soleiðis skal tað vera.

Jólini 2009 hildu vit trý so í Holstebro. Vit minnast øll kavan. Tað var kalt og nógvur kavi, so tað var sera hugnaligt at stákast heima jólaaftansdag við at steikja fleskasteik, brúnka eplir (sum eg stóð fyri, og haldi eg sjálvur, at tey eydnaðust bara heilt væl, men tað er bara mín meining), og gera rísingreyt, meðan jólafløgan hjá Carolu spældi í bakgrundini.

Í ár halda vit so endiliga jól aftur í Føroyum sum herbúgvandi føroyingar. Nú verða tey kortini hildin nakað øðrvísi, men vit eru sera spent uppá at síggja, hvussu vit framyvir kunnu gera jólini hugnalig. Carola, gás, dunna og/ella fleskasteik og brúnkað eplir verða í øllum førum tað sama.

Jólini eru fyri okkum minningartíðin um Jesu føðing, men eru eisini ein tíð, har vit royna at seta ferðina niður og brúka tíð saman við hvørjum øðrum, við at minnast til, hvat Gud vil okkara tilveru og vil okkum at vera til fyri hvønn annan... og so er tað sjálvandi eisini maturin.

Gleðilig jól, øll somul.



mynd


SAMANHALD

- Jólini eru fyri okkum minningartíðin um Jesu føðing, men eru eisini ein tíð, har vit royna at seta ferðina niður og brúka tíð saman við hvørjum øðrum, sigur Derhard Jógvansson, sóknarprestur í Havn