Sum undanfarna ár skipar Fornminnissavnið fyri jólatiltaki í útisavninum í Hoyvík.
Tveir dagar eru settir av til tiltakið: leygardagin 14. des. frá kl. 12 til 18 og sunnudagin 15. des. frá kl. 14 til 18.
Gamli Hoyvíksgarður verður jólaskrýddur, og í úthúsunum hanga kertuljós og lýsa upp í vetrarmyrkrinum.
Jólastákan og hugni í tí søguliga umhvørvinum eru lyklaorð, hesar dagar inn undir jól.
Bakað verður á torveldi, so tað rýkur um allar geilar. Fólk verða boðin innum at práta og síggja, hvussu hugnaligt, her kann vera.
Uttanfyri er eisini virksemi. Í túninum selir Kiwanis jólatrø. Teymaríðing við føroyskum rossum verður báðar dagarnar, so at børnini kunnu sleppa ein túr á rossabaki.
Í smiðjuni stendur smiðurin í glæmuni frá essuni og smíðar eitthvørt smátt.
Søla av heimavirkaðum lutum verður í Turkihúsinum.
Tá ið kalt og ráligt er úti, er gott at fáa ein kaffi-munnur til keyps í Turkihúsinum við heimabakaðum jólakøkum afturvið. Eisini ber til at fáa te og saft.
Skipað verður fyri smáum"granskingarferðum", har børn saman við foreldrum kunna kanna, hvat fjalir seg í úthúsunum.
Fornminnissavnið hevur gjørt av, at tiltakið skal verða ókeypis í ár.
Hetta skal verða eitt høvi hjá fólki at smoyggja sær burtur úr jólastressinum og finna eina hugnalig og friðarliga løtu í náttúruvakra umhvørvinum niðri í Hoyvíkini.