Jól
Jólini eru nakað heilt serligt, tað vita vit øll. Ikki minst fyri børnini hevur henda høgtíðin nakað serligt at siga. Gávurnar, træið, maturin og hugnin, sum fløvar eitt heim um jóltíðir er nakað, sum bert kemur fyri einaferð um árið. Tó eru tað ikki øll, sum fáa henda møguleika, tí tey eru plágað av sjúku ella øðrum, sum ger, at tey ikki sleppa heim til jólar.
Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum hevur seinastu árini havt um trý til fýra børn á jólum, og royna tey at gera jólini hjá børnunum, sjálvt um tey eru innløgd, so hugnalig sum møguligt.
? Sjálvandi fara tey, sum kunna fara heim, til hús, sigur deildarsjúkrasystirin á barnadeildini, Tove Thomsen.
? Men vit royna sjálvandi at gera jólini so hugnalig sum møguligt. Vit hava pyntað her á deildini og sett eitt jólatræ upp. Jólaaftan fáa børnini so dunnu ella gás til døgurða um kvøldið, og um tað er møguligt hjá familjuni at vera við, so stilla vit borð upp til teirra her, so familjan kann vera saman.
Um børnini eru nóg stinn og nóg mikið av fólki er, so verður eisini dansað um træið, børnini fáa jólagávur, bæði frá deildini og tær, sum foreldur og systkin hava tikið við.
? Vit royna at gera hetta so gott sum vit kunna, sigur Tove Thomsen víðari.
? Tey børnini, sum eru her, eru jú her tí tey eru rættiliga sjúk, so tað er avmarkað, hvussu nógv tey orkað. Men tey, sum eru her nú, sleppa øll heim. Men hinvegin er tað ringt at siga, um nakar verður her á jólum. Ongin dagur er eins, og tí vita vit ikki, hvat kann koma fyri.
Deildarsjúkrasystirin sigur, at hon heldur, at børnini góðtaka tað, at tey skulu halda jól á sjúkrahúsinum. Tá familja og systkin eru við, so er tað ikki so ringt hóast alt. Men hinvegin er tað ikki stuttligt hjá nøkrum at halda jól á sjúkrahúsinum.










