Jól alt árið

Ein gløggur surfari á netinum hevur funnið fram til, at tað ber til at senda jólafjarrit í Útvarpinum langt út í januar. Í øllum førum hevði heimasíðan hjá Útvarpinum nú um dagarnar framvegis eina tænastu til fólk, sum vilja senda jóla- og nýggjársfjarrit. Spurningur er so, um tað er til farnu jólini ella tey komandi. Kelda: Nym.fo