Filmsfelag Norðurlandahúsins KLIPP er í jólahýri. Mikudagin hin 3. desember klokkan 20:00 sýnir felagið triðja filmin í vetrarrøðini. Hann er norskur, fer fram á sálarsjúkrahúsi upp undir jól og ber heitið "Himna-rúmd".
Filmurin, sum hevur upprunaheitið "Himmelfald" (Gunnar Vikene 2002), skrivar seg inn í ta nýskaptu norsku filmtraditión, sum eitt nú við filminum "Elling" (Petter Næss 2001), fylti nýtt innihald í kendar filmar sum "One flew over the Cuckoo's nest" (Milos Forman 1975).
Bæði ummælarar og áskoðarar hava tikið serstakliga væl ímóti hesum nýggja norska filmi, sum eisini er seldur til fleiri onnur lond. Á einastu burturav norðurlendsku filmsstevnu, Nordische Filmtage í Lubeck, fekk filmurin í frana mánaða áskoðaravirðislønina.
Leikstjóri er hin ungi Gunnar Vikene, ið verður mettur sum nýggja stóra navnið innan norska filmslist. Hann letur leikin fara frama á psykiatriskari deild, beint upp undir jól. Í leiklutunum síggja vit norsku leikararnar Kristoffer Joner og Mariu Bonnevie, og kenda danska leikarin Kim Bodnia, ið spælir impotentur lækni.
Hugvekjandi jólafilmurin "Himnarúmd" verður sýndur í Norðurlandahúsinum mikudagin hin 3. desember 2003.
Gongdin í filminum
Juni og Reidar gera seg til reiðar at halda jól. Tey búgva á Solihøgda, sum er staður fyri fólk, ið eru annarleiðis. Juni kunngerð at deyðin er í durinum, men fyrst skal hon hava jólagávurnar. Reidar, sum óttast at fáa ein meteor í skallan, hevur sett sær fyri at bjarga Juni, tá hon um halguna skal taka lívið av sær við eldsløkkingarútgerðini á deildini.
Johannes er sálarlækni á Solihøgda. Hann er impotentur, men fær hýruvognssjafførin Tummas at nøkta kynsliga tørvin hjá konuni Vígdis. Men ólukkutíð, í jólahalguni gerast Tummas og Vígdis góð. Alt ov góð. Men hýruvognsførarin, sum fyrsta dagin skal byrja á Politiskúlanum, er eitt tjóðsvætti, sum rýmir frá Vígdis og fer til Juni. Men hon gevur honum nevan.
Heilt sperdur verður Tummas, tá Wong, sum er úr Korea, legst inn á hann. Vinkonan Siw hevur sett hann á dyr og nú má hin fremmandi Wong látast sjúkur og sleppa inn á Solihøgda, skal hann fáa upphihaldsloyvi.
Mamma Reidar, hin minnisveika Ruud, hevur júst fingið boð frá myndugleikunum, at hon verður heinta og skal leggjast inn á sjúkrahús. Hon rýmur út í jólanáttina, undan løgreglu og heimahjálpini Vígdis.










