Jákup Zachariasen Ársins Átak 2011

Tað gjørdist Jákup Zachariasen, tónleikari og tónleikaframleiðari, ið fekk heiðurin Ársins Átak. Grundgevingarnar hjá nevndini vóru hesar:

Í skipanini fyri vinnudegnum, herundir val av ársins virki, verður sagt, at umframt at velja ársins virki kann dómsnevndin gera av at heiðra virki ella persón, sum hevur gjørt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Nevndin hevur gjørt av at nýta henda møguleika eisini í 2011.

Hvat skal til fyri at fáa eina vinnu at blóma? Kendu vit uppskriftina uppá hetta vóru vit helst ríkasta land í verðini, og tað eru vit sum kunnugt ikki - enn. Tó, um vit hyggja eftir teimum vinnum, har vit halda okkum duga væl, er eitt eyðkenni, at vit hava eitt teyggi av vinnum, sum stuðla upp undir hvørja aðra. Innan fiskivinnuna hava vit t.d. fiskiskip, fiskavirki, framleiðarar av fiskiútgerð, skipasmiðjur og KT-virki, sum hava ment skipanir til fiskivinnuna. Taka vit alivinnuna hava vit umframt alifyritøkurnar m.a. fóðurframleiðarar og framleiðarar av útgerð til alivinnuna.

Innan tónleikavinnuna hava vit í nógv ár haft dugnaligar tónleikarar og bólkar, harav fleiri eisini hava klárað seg væl uttanfyri landoddarnar. Tað krevur tó nakað meir at menna eina veruliga tónleikavinnu. Skal tónleikurin gerast ein verulig vinnugrein krevst eisini, at vit hava aðrar atknýttar vinnur, sum hava tónleikin sum miðdepil. Eina tónleikateyggju. Her eru vit enn ikki komin á mál, men møguliga er henda vinnan við at ressast.

Tónleikavinnan og tónleikaheimurin hevur eingi landamørk. Okkara tónleikarar ferðast dúgliga til onnur lond at framføra og spæla inn fløgur, og tónleikurin sum vit lurta eftir, kunnu vit líka væl hava keypt á einari amerikanskari heimasíðu sum í einum føroyskum fløguhandli ella bensinstøð.

Øktu ferðamøguleikarnir merkja eisini, at tónleikarar koma henda vegin at framføra á teimum tónleikafestivalum, sum eru vorðnir eitt av hæddarpunktunum í tí føroyska summarinum. Sambond verða knýtt millum tónleikarar og fólk innan tónleikavinnuna á hesum festivalum. Eitt úrslit av hesum er, at nýggjar spennandi verkætlanir verða settar í gongd, nýggj hugskot verða ment, og nýggjar avtalur verða gjørdar.

Tað hevur verið vanligt, at føroyskir tónleikarar í sambandi við festivalarnar gera avtalur um at framføra ella spæla inn aðrastaðni. Tað hevur verið minni vanligt, at útlendskir tónleikarar gera avtalur um at koma henda vegin at framføra ella spæla inn. Tó, hví ikki?

Føroysk tónleikaframleiðsla hevur seinnu árini flutt seg frá at verða eitt frítíðarítriv í einum kjallara til at vit í dag hava fleiri professionel innspælingarhøli, og føroyskir tónleikaframleiðararnir hava samstundis ment seg, so tað í dag eru fleiri sera dugnaligir tónleikaframleiðarar, sum bjóða seg fram.

Ein av hesum sera dugnaligu tónleikaframleiðarum kom á einum tónleikafestivali í Føroyum í samband við eina heimsstjørnu innan sína tónleikagenru. Ein tónleikari, sum hevur selt milliónir av fløgum kring allan heim. Áðrenn nakar vardi av, var hugskotið um at spæla inn og framleiða eina fløgu í Føroyum ment, og aftaná eina tíð, varð farið undir arbeiðið. Fleiri av sangunum avinnuhúsið fløguni eru skrivaðir av føroyskum tónleika- og orðasmiðum og er fløgan framleidd av føroyskum tónleikaframleiðarum. Saman við einari amerikanskari heimsstjørnu og einum altjóða tónleikaforlagi og distributøri hevur hetta verið grundarlagið undir fløguni “Faroe Islands” hjá Russ Taff.

Við hesari fløguni hevur føroysk tónleikaframleiðsla við Jákup Zachariassen á odda víst, at tað ber til at fáa altjóða tónleikarar henda vegin at spæla inn, og dómsnevndin heldur, at tað er eitt átak, sum lýkur treytirnar fyri at verða ársins átak.

Millum øll tey mongu góðu átakini í landinum, er dómsnevndin sannførd um, at hon hevur valt rætt við at heiðra Jákup Zachariasen fyri framleiðsluna av fløguni við Russ Taff sum ársins átak 2011.