B36 vann í kvøld 2-1 á útivølli ímóti EB/Streymi. Fyrst var tað nýggja stjørnuskotið á bakkinum hjá B36, Erlendur Magnusson, ið legði B36 á odda 1-0. Í seinna hálvleiki javnaði EB/Streymur til 1-1, men seinasta orðið átti hósvíkingurin, fyrrverandi EB/Streyms-leikarin og burturvilsti sonurin við Margáir, Gestur Bogason Dam, tá ið hann skoraði til 2-1 eini 12 minuttir undan dystarloki.
Venjarin hjá B36, Jákup á Borg, fegnast um, at hansara menn vunnu sær sjey stig í trimum teimum síðstu dystunum undan summarsteðginum, sum allir vóru torførir á pappírinum. Sum heild hevði hann tó kunnað hugsað sær fleiri stig í fyrru kappingarhálvu. Jákup á Borg nýtir eisini høvið at takka drúgvu viðhaldsfólkunum hjá B36 fyri stuðulin hetta kappingarárið. At enda sigur hann, at B36 fer at leggja nógv fyri í evropeisku dystunum ímóti Nomme Kalju úr Estlandi.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jákup á Borg frá fótbóltssendingini á Rás2.










