Jákup: Vit spæla sum vanligt

HB-B36: B36 skal skora í dag, fyri at koma í finaluna um Løgmanssteypið

Í dag verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum HB og B36. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1. HB hevur eitt útivallarmál og tí eru teir á odda undan dystinum í dag. Venjarin hjá B36 sigur, at tað broytir einki.

Les eisini: Skulu steðga Róaldi og Lukasz

-Vit spæla upp á saman máta, sum til ein hvønn dyst. Vit spæla fyri at skora og spæla fyri at vinna, og tí kemur tað ikki at broyta nakað. Og tað passar okkum fínt, at vit altíð spæla upp á hendan mátan, sigur venjari hjá B36, Jákup á Borg.

 

Hann heldur eisini, at talan er um eina javna uppgerð. Hann leggur dent á, at í B36 gleða spælararnir seg til dystin.

 

- Ein jøvn uppgerð, sum bæði eg og spælararnir gleða okkum til. Vit skulu eisini verða spentir, men ikki yvirspentir. Tað er bara finalan, sum er størri enn hetta. Tað eru dystir sum hesir, ið eru orsøkin til, at vit spæla fótbólt, so tað skulu vit gleða okkum til, sigur Jákup á Borg.

 

"Tendringin skal vera í ordan"

Árstalsfelagið í Gundadali hevur havt ávísar trupulleikar í landskappingini. Venjarin heldur millum annað, at liðið hevur spælt undir miðal onkrar av seinastu dystunum, men at avrikið móti 07 Vestur var gott. Tað skal til, um liðið skal koma víðari.

 

-Vit skulu hava somu tendringin allan dystin, sum vit funnu fram móti 07 Vestur. Móti Skála og seinna hálvleik móti HB hava vit ikki vunnið nærdystirnar og leysu bóltarnar, men móti 07 Vestur riggaði tað aftur. Vit kunnu ikki spæla góðan fótbólt, um vit ikki vinna hasar bóltarnar og geva Róald Jakobsen, Lukasz Cieslewicz og teimum pláss, sigur Jákup á Borg, sum ikki er bangin fyri, at tendringin verður ein trupulleiki.

 

Tað er gleðiligt fyri B36 at Lukasz Cieslewicz er við aftur, men liðið er framvegis uttan spælarar sum Philip Lund, Alex Mellemgaard, Hannes Agnarsson og Høgna Eysturoy, umframt at Christian R. Mouritsen heldur ikki verður við tí hann hevur trupulleikar í tjúkkanum.

"Einki trýst"

Eins og í HB, so verður tosað um, at misjavna gongdin í landskappingini leggur eyka trýst á at koma í Løgmansfinaluna. Men eisini Jákup á Borg er ósamdur.

 

-Nei, tað er ikki eyka trýst á okkum. Ikki annað enn, at B36 vil gjarna sleppa í finaluna, men tað hevur einki við landskappingina. Tað er meiri søgan, at vit ikki hava verið í finaluni í fleiri ár, sum leggur trýst á okkum, sigur Jákup á Borg, ið vónar at fáa góðan stuðul frá áskoðarunum.

 

B36 hevur ikki verið í finaluni um Løgmanssteypið síðani 2008, tá teir taptu fyri EB/Streymi. Seinasta steypagullið kom í 2006. Rás2 sigur frá báðum seinnu hálvfinalunum, sum verða í dag klokkan 15.

 

Løgmanssteypið:

HB (1)-(1) B36 15.00

NSÍ (2)-(2) KÍ 15.00