TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Hilmar Jan Hansen siga frá málinum Erlendur Magnusson skoraði fyri B36, tá B36 spældi javnleik 1-1 ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná dystin.
Fyrr í ár hevur Jákup á Borg ofta hildið seg verða óhepnan at spæla javnleik aftaná at hava verið leingi á odda í dystum ímóti lægri liðum í Betrideildini, men í dag er kenslan hjá Jákupi øvugt. Hann heldur seg hava fingið ein sera hepnan javnleik ímóti Víkingi á útivølli í dag.
Jákup á Borg ásannar, at Víkingur var tað betra liðið, og B36 rann aftaná Víkingi allan dystin. Jákup letur ongan iva verða um, at hann er sera fegin um javnleikin og tað eina stigið.
Jákup á Borg heldur annars, at líkindini vóru alt ov vánalig til at spæla fótbólt, og stóð tað til hann bleiv dysturin slettis ikki spældur.
HERber til at hoyra frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av málunum Hjalti Strømsten skoraði fyri Víking, og samrøðu við málskjúttan.