Jákup við róðrið í kvøld og sunnudagin

Hjálparvenjarin fer at taka sær av ÍF liðnum, inntil nýggjur venjari er funnin

Tað verður nýggjur ábyrgdarmaður á ÍF beinkinum á Svangaskarði í kvøld. Heilt nýggjur er hann tó ikki í ÍF. Talan er um Jákup Mikkelsen, sum higartil í ár hevur verið hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen.

Leif André Eliasen er formaður í ÍF, og hann sigur soleiðis:

-Vit eru harmir um, at Jógvan Martin segði upp, men vit virða avgerðina. Týskvøldið høvdu vit fund saman við spælarunum, og hóast Jógvan Martin kvøldið fyri hevði sagt teimum, at hann umhugsaði støðuna, so vóru teir kløkkir. Jákup Mikkelsen tók uppgávuna á seg at vera venjari fýra tey síðstu umførini í fjør, og tað er avrátt, at hann fyribils skal hava ábyrgdina í kvøld á Toftum og sunnudagin, tá ið vit fáa vitjan av HB. Jákup hevur ikki enn neyðugu útbúgvingina. Hann er í holtur við hana, og hann hevur loyvi at taka sær fyribils av liðnum.

Hvør verður nýggur venjari?

-Vit tosa saman í nevndini, men vit hava ikki enn verið í sambandi við nakran venjara. Vit ætla at fáa spurningin svaraðan sum skjótast, men nær tað verður, dugi eg ikki at siga akkurát nú, sigur Leif André Eliasen, formaður í ÍF.

Gunnar Christiansen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur. Poul Nolsøe Mikkelsen er framvegis skaðadarvaður.

 

Tølini siga, at tað er felags fyri báðar partar í oyggjauppgerðini á Svangaskarði í kvøld, at verjuparturin ikki hevur verið sannførandi. Átjan mál eru farin ígjøgnum hjá ÍF og sekstan hjá B68, og leikligu avrikini hava ikki verið sannførandi.

 

B68 hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti ÍF síðani í 2010, tá ið úrslitið var 1-0 í øðrum dystinum, og hin endaði 3-3. Síðani tá hevur ÍF vunnið tríggjar ferðir á Toftum, og tveir dystir eru endaðir javnir – tann síðsti 1-1 í 2014.

Albert Róin Johanesen og Niklas Poulsen hjá B68 eru skaddir.

 

B68-ÍF: Dagfinn Forná kl. 19.00.