Syrgt er fyri, at eisini børnini kunnu fáa eina góða ólavsøku. Eitt av tiltøkunum fyri børn fer fram í veitsluhøll Klubbans - tvs. hølið, sum verður rópt REX. Her fer væl umtókti Jákup Veyhe at framføra nýggjar partar um tey í Mórugøtu 8. Flest børn kenna tey helst væl, tí søgan um Kenneth, Katju, Katrin og Kára og øll hini hevur verið send og endursend í Barnaútvarpinum. Nú eru so nýggir partar á skránni.
Framførslan verður, sum nevnt í gomlu veitsluhøllini í Klubbanum (REX) báðar ólavsøkudagarnar klokkan 17, 19 og 21 og varar í umleið 45 minuttir. Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar, men kunnu eisini bíleggjast á morugota@gmail.com.