Nærum allir ólavsøkugestirnir vóru savnaðir niðri í Vágsbotni, tá rimmar tiltakið hjá Rás2 var hildið á triðja sinni. Fyrrárið var tað Haraldur, í fjør var tað Kári Kul, í ár var tað Jákup Veyhe, sum megnaði at fáa ein fullsettan Vágsbotn at flenna í kíki. Fyrst spældu Páll Finnur Páll nakrar av sínum vælkendu sangum, og fingu teir meginpartin av fjøldini at syngja við sær.
Eftir Páll Finnur Páll trein Jákup Veyhe á pallin. Spælandi løgmann helt Jákup eina øðrvísi ólavsøkurøðu, har nógvir samfelagsbólkar fingu eitt lítið prik. Eftir látrinum at døma er einki at taka feil av, at hetta var ein ótrúliga stuttlig og prikandi røða.