Í kvøld kl. 22.00 verður aftur sent av Bakarínum á Rás1, har Jákup Veyhe er vertur. Hesaferð er Bakaríið í Norðoyarstevnuhýri, har vitjað verður í Klaksvík. Jákup fer at tosa við nokk kendasta Klaksvíksingin í nýggjar tíð, Sonhard Johannesen.
Eisini verður ein nýggjur partur av satirurøðini við Anniku og teimum vístur, har Annika og sonurin Búi eru farin at spæla Gekk. Kokkakappingin er eisini á skránni, har Niels Winther og Herleif Hammer eru komir í semifinaluna og skullu kappast um eitt finalupláss.
Tey, sum ikki hava Televarpshald, hava eisini møguleika at síggja Rás1. Einasta sum krevst er eitt sjónvarp við digitalum móttakara - tað hava tey flestu nýggju sjónvørpuni í dag - og síðani at leita eftir rásini.
Bakaríið verður sent í kvøld klokkan 22.00 á Rás 1.