Við í skránni fyri vestanstevnu er eisini eitt hugnaligt og skemtiligt kafé-kvøld, sum verður í bygdarhúsinum í Miðvági sunnukvøldið klokkan 21.
Sambært skránni fyri kvøldið fara Ólavur Højgaard og vinmenn at syngja og spæla, og her verður skemt og undirhald við Jákupi Veyhe og Sjúrði Poulsen, umframt at Esmar og Kirstin eisini fara at luttaka.
Aimi Joensen, sum tekur sær av søluni av atgongumerkjum til kvøldið, sigur, at áhugin fyri kvøldinum er stórur, og longu tíðliga í hesi vikuni vóru helvtin av atgongumerkjunum seld.
- Vit fara at lurta eftir Ólavi Højgaard og vinmonnum. Vit fara at syngja saman, og vit fara at hoyra skemtiligar hugleiðingar um miðvingar, eins og vit fara at lurta eftir áhugaverdum kjaki, sigur hon.
Aimi Joensen heldur, at tað riggar væl at enda vestanstevnuna við einum hugnaligum felags tiltaki fyri tey tilkomnu. - Plássið er avmarkað, so tað er ikki at bíða ov leingi við at tekna luttøku, um tú ætlar tær við, leggur hon aftrat.