Jákup verður í Herfølge

Fótbóltur: Landsliðsmálverjin, sum neyvan hevur umstøður at fara til Spania við landsliðnum, skal verja málið hjá oddaliðnum í superliguni fram til á sumri í 2001

Herfølge eigur rættin til besta málverjan í superliguni fram til á sumri í 2001. Hetta varð greitt mikudagin í síðstu viku, tá Jákup Mikkelsen og Herfølge skrivaðu undir ein nýggjan sáttmála. Tíðarskeiðið, sum sáttmálin fevnir um, er til á sumri í 2001. Tað vil við øðrum orðum siga, at eitt ár verður lagt aftur at sáttmálatíðarskeiðnum, sum Jákup og Herfølge nú hava. Sambært ta avtaluna varð føroyski landsliðsmálverjin leysur komandi summar.

Treytirnar í samstarvinum millum Herfølge og Jákup Mikkelsen verða broyttar nú beinanvegin.

Tað er eingin loyna, at upphæddirnar, sum Herfølge rindar sínum spælarum eru væl lægri, enn tær, sum bestu spælararnir í stóru feløgunum fáa, og tað hevur heldur ikki verið nøkur loyna, at Jákup Mikkelsen hevur ikki verið serliga væl løntur.

Jákup Mikkelsen, sum hósdagin í síðstu viku kom heim til Klaksvíkar í jólafrí, er væl nøgdur við, at sáttmálaviðurskiftini komu upp á pláss nú, og hann dylur ikki, at hann er væl nøgdur við sjálvan sáttmálan. Hann vil ikki siga nakað um, hvørjar upphæddir talan er um, men hann váttar, at tá sammett verður við tað, ið higartil hevur verið galdandi, so er talan um stóra øking í inntøkunum.

? Eg eri væl nøgdur við, at tað eydnaðist at gera ein eitt ára sáttmála. Í fyrstu atløgu vildu teir í Herfølge ikki hoyra talan um bara at leingja sáttmálan við einum ári. Vit samráddust í fleiri vikur, og at enda góvu teir seg í hesum, og tað passar mær sera væl, sigur Jákup Mikkelsen úr Klaksvík.

Jákup gongur í læraraskúla samstundis, sum hann er yrkisspælari í Herfølge, og hann fer at royna at fáa útbúgvingina frá hondini, samstundis sum hann spælir fótbólt.


Dreymurin er har

Fyrr í heyst var Jákup Mikkelsen í Leeds og royndarvandi. Eingin sáttmáli kom burturúr, og tá Jákup kom aftur til Danmarkar duldi hann ikki, at vikan í Leeds hevði lagað seg øðrvísi, enn hann hevði roknað við. Venjarin hjá oddaliðnum í eingilsku liguni hevði ikki stundir at fylgja venjingini hjá føroyska málverjanum, og Jákup fekk heldur ikki høvi at vísa sínar dygdir í nøkrum dysti.

? Royndirnar frá tí ferðini eru gagnligar. Nú veit eg, hvussu avtalurnar skulu vera og hvussu tær ikki skulu vera, um eg skal avstað aftur, og tað er í sær sjálvum gott.

At Jákup Mikkelsen hevur bundið seg til Herfølge í eitt ár afturat ger, at útlendsk feløg skulu rinda meiri fyri hann, um talan skal verða um annan sáttmála komandi hálvt annað árið.

Jákup hevur bæði beini á jørðini. Nú snýr tað seg um arbeiðið í Herfølge og útbúgvingina í Haslev, men málverjin hevði ikki havt nakað ímóti at farið aðrastaðni at spælt fótbólt.

? Eg haldi ikki, at sáttmálin við Herfølge avmarkar møguleikarnar so nógv. John Faxe Jensen hevur góð sambond í altjóða fótbóltsheiminum, og um tað eydnast honum at finna fram til ein góðan keypara, so verður tað bæði Herfølge og mær at gagni, men hetta er ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um dag og dagliga, sigur Jákup Mikkelsen, sum er 29 ára gamal, og tískil framvegis eigur fleiri góð ár á sum málverji.


Gevur avboð

Jákup Mikkelsen hevur ikki tikið nakra endaliga avgerð, men nógv bendir á, at hann verður noyddur at geva avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum í Spania um mánaðarskiftið januar/februar.

? Eg skal í praktikk á læraraskúlanum júst um sama mundið, sum landsliðið verður í Spania. Talan er um eitt sera týdningarmikið praktikktíðarskeið, og eg dugi illa at ímynda mær, at tað fer at bera til at flyta praktikkina, sigur Jákup Mikkelsen, sum kortini ikki enn hevur givið avboð.