Jákup Veihe troppar upp

Eisini Jákup Veihe hevur avgjørt at koma til nógv umtalaða ?Sex and the City?-tiltakið, sum verður í høllini á Hálsi fríggjakvøldið - men hann kemur ikki sum Jákup...

 

Fríggjakvøldið skiftir Jákup Veyhe navn til Samanthu á Hvítanesi. Hann/hon fer beina leið til Sex and the City-tiltakið.

 

Í besta New Yorkara-stíli fer hann/hon at undirhalda kvinnum (og monnum) á tiltakinum á Hálsi.

 

Tilmelding til tiltakið kann fara á heimasíðuni www.kvinna.fo við at klikkja seg á Sex and the City bannaran.