VERJA
Århus: Audiotorium 3 hjá Det Teologiske fakultet á Århus Universitet var fylt við eini 40 fólkum hósdagin. Teirra millum tosaðu kanska størra helvtin føroyskt millum sín. Væl omanfyri túsund kilometrar frá sínum sóknarbørnum á Sandoynni, skuldi sóknarpresturin seinastu 22 árini, Jákup Reinert Hansen, leggja síðstu hond á eitt sjey ára drúgt arbeiði. Eitt arbeiði, ið er vorðið til eina PH.D. ritgerð vi_ heitinum ?Mellem kor og skib, Jacob Dahls færøske postiller?.
Jacob Dahl livdi í árunum 1878 til 1944. Ì árunum 1918 til 1943 var hann Føroya próstur. Jacob Dahl umsetti eina ørgrynnu, og hann spældi ein ógvuliga týðandi leiklut í arbeiðinum at gera føroyskt til kirkjumál í Føroyum.
Ritgerðin hjá Jákupi Reinert tekur støði í lestrunum hjá Jacob Dahl, sum verða nýttir við deknagudstænastur. Hesir lestrar vórðu útgivnir í 1934 og 1938, men enn í dag verða hesir lestrar sera nógv nýttir.
- Tað, at lestrarnir hjá Dahl framvegis verða so nógv nýttir, fangaði mín áhuga og fekk meg at byrja at arbeiða við hesum, sigur Jákup Reinert Hansen.
Ritgerðin hjá Jákupi, sum eisini er útgivin, ferðast víða. Bæði gudfrøðiligir, søguligir og málsligir tættir eru tiknir við.
Opponentar
At meta um eina tílíka PH.D. ritgerð verða tríggir opponentar valdir í eina dómsnevnd. À føroyskum rópast ein tílíkur opponentur fyri andmælingur. Stutt fyri nýggjár lat Jákup Reinert Hansen dómsnevndini ritgerð sína.
Svenski professarin úr Lund Sven-Åke Selander legði fyri. Hann prátaði mest um bygna og metodu.
Síðani var tað Peter Martin Rasmussen, dómpróstur og dr.theol, sum greiddi frá um Jacob Dahl og hansara málpolitisku sjónarmið og ávirkan.
Nú skal tað heldur ikki ljóða meira álvarsamt, enn tað er. Tí andmælingarnir hava kunnað føroyska sóknarprestin um, hvat teir ætla at spyrja um, og tað var eingin vandi fyri, at ritgerðin ikki fór at vera góðkend sum PH.D. ritgerð. Bæði spurningar og svør vórðu givin oftast við einum breiðum smíli á varranum.
Formaðurin fyri dómsnevndina Eberhard Harbsmeier tók til síðst samanum. Hann spurdi nakrar áhugaverdar og skemtiliga spurningar og lat ongan iva vera um, at hann helt nógv um arbeiðið hjá Jákupi Reinert Hansen.
Dómsnevndin skuldi heldur ikki nýta nógv meira enn ein minutt at staðfesta, at ritgerðin var endiliga góðkend sum PH.D. ritgerð, og Jákup Reinert Hansen kann nú knýta heitið PH.D. afturat cand.theol.
Eingin betri
Tað vóru ikki bert Jákup Reinert og teir tríggir andmælingarnir, ið tóku orðið við verjuna hósdagin. Áðrenn sjálv verjan byrjar spyr Per Bilde, sum leiddi verjuna hósdagin, um nakar í salinum hevur nakað at viðmerkja. Tað var bert tann eini millum áhoyrarnar, sum hevði hug at taka orðið. Men tað var heldur ikki ein og hvør. Christian Thodberg er kongaligur konfessionarius. Tað vil siga, at hann er prestur hjá kongshúsinum. Millum annað gifti hann Joachim prins og Alexandru prinsessu. Hann var fyrsti vegleiðarin hjá Jákupi Reinert Hansen í sambandi við ritgerðina.
Umframt at spyrja Jákup Reinert Hansen nakrar spurningar, nýtti hann eisini høvið til at rósa Jákupi fyri sítt arbeiðið við ritgerðini.
- Eg havi bíðað eftir hesum degnum í tíggju ár. Eg kundi als ikki ímyndað mær, at tað var nakar betri hóskandi enn tú(Jákup Reinert Hansen, blðm.). Eg legði til merkis tíni framúr evni fyri nógvum árum síðani. Ikki minst títt framúr góða danska mál. Eg havi eina sera stóra virðing fyri tínum arbeiði, og tað gleðir meg ómetaliga nógv at vera til staðar her í dag, segði Christian Thodberg millum annað.
Hann nevndi eisini, at Jákup á fleiri økjum var ósamdur við Jacob teologiskt ? men tað skuldi hann ikki vera keddur av.
Christian Thodberg og onnur vóru á einum máli um, at vónandi heldur Jákup Reinert Hansen fram við sínum slóðbrótandi arbeiði. Ikki minst deknagudstænastan sum hugtak hevur stóran áhuga millum gudfrøðingar á Århus Universitet hósdagin. Og Jákup Reinert Hansen hevur neyvan skrivað síðsta orðið um Jacob Dahl ella deknagudstænastur.