Besti spælarin
Tað var ein bæði kløkkur og rørdur Jákup Mikkelsen, sum leygarkvøldið fekk at vita, at hann var tann spælarin, sum hevði fingið flestu atkvøðurnar, tá liðformenn, venjarar og miðlar skuldu gera av, hvør spælari skuldi fáa størsta heiðurin av øllum hetta kappingarárið.
- Hatta hevði eg als ikki væntað. Í fyrstu atløgu ætlaði eg mær slettis ikki við til veitsluna, men Pól (Thorsteinsson, blðm.)fekk so kortini lokkað meg. Hann hevði frætt okkurt um, at eg helst skuldi upp á pallin, men sjálvur helt eg bara, at hetta varð sum ársins málverji.
- Tað steypið fekk eg so eisini, og so helt eg meg hava gjørt mína skyldu. Men tá teir so lósu upp, hvørjir teir tríggir vóru, sum kundu gerast ársins spælari, bleiv eg púra paff. Satt at siga, so gjørdist eg eitt sindur rørdur.
Og hvussu var reaktiónin so, tá títt navn varð lisið upp sum ársins spælari?
- Eg veit ikki. Fyrst mátti eg bara sita niðri eina løtu. Hetta var eitt heraklapp, sum kom púrasta óvart á meg. Eg visti rætt og slætt ikki, hvat eg skuldi gera, helt málverjin.
Aðrir vóru eisini upplagdir
Síðani leygarkvøldið hevur royndi málverjin sjálvandi havt betri stundir at hugsa um, hví júst hann fekk hendan heiðurin, men hann heldur framvegis, at tað eins væl kundu verið aðrir, sum kundu fingið hetta.
- Bara á okkara liði eru fleiri spælarar, sum hava havt eitt fantastiskt ár. Mikkjal, Fróði, Ingi og Alex hava allir verið framúr í ár, og sjálvur hevði eg helst atkvøtt fyri onkrum teirra.
- Men eg má sjálvandi viðganga, at eg havi havt eitt sera gott ár. Fyrst og fremst, so eri eg sloppin undan skaðunum, sum eg hevði í fjør. Tá fekk eg ikki allan uppstartin við, og gjøgnum árið var eg tvær ferðir úti við fipurskaða. Teimum trupulleikunum eri eg sloppin undan í ár, og tað er nokk fremsta orsøkin til støðuga spælið hjá mær, heldur hann.
Og hevur tað eisini nakað at siga fyri teg persónliga, at tað vanliga er sera trupult hjá málverjum at sleppa heilt upp á toppin í slíkum atkvøðugreiðslum?
- Sjálvandi. Serstakliga er tað trupult, tá tú spælir á einum góðum liði, tí ofta kunnu heilir dystir ganga, uttan at tú hevur stórvegis at gera. Hinvegin eru tað kanska júst slíkir dystir, sum krevja mest, tí brádliga kann møguleikin hjá hinum vera har, og so skalt tú vera klárur, heldur hann.
Gott fyri sjálvsálitið
Spurdur, hvørt ein royndur málverji av hansara slag kann brúka ein slíkan heiður til nakað, sigur Jákup, at tað kann hann heilt víst.
- Fyrst og fremst, so er hetta sjálvandi eitt deiligt heraklapp at fáa. Og tað er sjálvandi hugaligt, tá fólk á slíkan hátt sýna tær virðing. Soleiðis var eisini, tá eg í seinastu viku las Norðlýsið, har nógv vøkur orð verða søgd um mítt spæl í ár. Ikki minst av Jógvani Linklett, sum altíð var mín heilt stóra fyrimynd sum málverji.
Og so avdúkar landsliðsmálverjin, at slíkar rósur bæði kunnu brúkast - og verða brúktar.
- Tað eru júst slíkir lutir, sum kunnu lyfta sjálvsálitið, tá tað í løtum kanska ikki gongur so væl. Sjálvur havi eg til dømis hópin av avís-klippum, har eg havi verið róstur fyri gott málmansspæl. Tá tað so í løtum hevur gingið minni væl, og fólk kanska hava tosað negativt um míni avrik, havi eg leitað hesi framaftur. Tað er tá, at tú skalt sannføra teg sjálvan um, at tú altso ert ein góður málverji. Og á tann hátt ber heilt víst til at brúka pressuna positivt, sigur málverjin, sum við hesum kanska avdúkar ein av sínum loynidómum.
Hvussu leingi hann ætlar at gera nýtslu av hesum loynidóminum, vil hann ikki tó ikki siga nakað um.
- Leygarkvøldið hugsaði eg, at hevði ikki havt sáttmála fyri komandi ár, so gavst eg alt fyri eitt. Tú skalt jú gevast, tá tú ert á toppinum, siga tey.
Hevur tú soleiðis hugsað tankan um at gevast?
- Nei. So langt eri eg slettis ikki komin enn. So leingi, sum eg framvegis haldi meg kunna geva nakað, so ætli eg mær at halda fram. Enn er í øllum førum alt ov tíðliga at gevast, heldur 35 ára gamli málverjin at enda. Eitt navnabræv, sum kanska sigur, at talan er um royndan spælara. Men hinvegin plaga málverjar ikki at toppa, fyrr enn júst um hetta mundið.