-Jákup vísti stóran klassa

Lars Høgh beit serliga merki við, hvussu væl Jákup reisti seg eftir ein fyrra hálvleik, sum ikki var av teimum bestu hjá føroyska landsliðsmálverjanum

Prát

Málmansvenjarin, Lars Høgh, iðraði seg um eftir dystin , at gylti møguleikin at fáa stig ímóti Týsklandi glapp í síðst løtu. ? Tað sá út til, at føroyingar høvdu eydnuna við sær í kvøld, tí týskararnir ikki fingu bóltin í føroyska málið, og tá málini koma so seint í dystinum, er tað sjálvsagt keðiligt, at føroyingar mistu eina stigið, segði fyrrverandi OB-málverjin eftir dystin.

Tá vit spurdu hann um, hvat hann helt um avrikið hjá Jákup Mikkelsen, svarar Lars, at Jákup vísti stóran klassa.

? Jákup spældi ein góðan dyst, og serliga beit eg merki við, hvussu væl hann reisti seg í seinna hálvleiki, eftir hann hevði gjørt stór mistøk í fyrra hálvleiki. Tað er ein gullverdur eginleiki sum málmaður, at ein ikki tekur sær av mótgongdini. Avrikið í kvøld vísti, at Jákup hevur stóra mentala styrki, greiðir Lars Høgh frá.

Danski málmansvenjarin hevur verið stak væl nøgdur við dagarnar, hann hevur verið saman við føroyska landsliðnum,. Serliga rósar hann tí góða andanum á liðnum, sum eisini sæst á aftur vøllinum, har leikararnir arbeiða ótrúliga væl fyri hvørjum øðrum.

Lars Høgh fór av landinum aftur hósmorgunin, men hann vil ikki útihýsa møguleikanum, at hann aftur kemur til Føroya sum málmansvenjari.