Jákup Trygvason stórspældi ímóti Kyndli

(Rás2) Hoyr tíggjufalda málskjúttan hjá KÍF, Jákup Trygvason seta orð á 31-24 sigurin ímóti Kyndli fyrr í dag

Jákup Trygvason og liðfelagarnir í KÍF spældu ein framúr góðan seinna hálvleik ímóti Kyndli í FTZ-deildini í dag.

 

Í dystinum í høllini á Hálsi í Havn var KÍF aftanfyri 13-15 í steðginum, men kollfirðingar, og tá serliga Jákup Trygvason komu út sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki. Endin var, at KÍF vendi 13-15 til ein 31-24 sigur, og Jákup Trygvason gekk undan og skoraði 10 mál.

 

Eitt sindur smæðin heldur Jákup Trygvason fyri, at tað er ikki ofta, at hann er dagins maður. Hann vil heldur framhevja liðið hjá KÍF, sum altíð stríðist og ongantíð gevur upp. KÍF hevur havt eina ringa byrjan við ongum stigum, men seinastu umførini eru sjey stig komin á kontuna, og spæligleðin er nógv vaksin hjá KÍF-spælarunum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Jákup Trygvason aftaná KÌF hevði vunnið 31-24 (13-15) á Kyndli á útivølli fyrr í dag.

 

Støðan:

 

 

FTZ-deildin:
1Neistin12 dystir314272+4219 stig
2H7112323305+1817
3Team Klaksvík11256273-1712
4VÍF10300298+210
5Kyndil11260266-69
6KÍF12309326-177
7StÍF12316338-226