Jákup trýr upp á eitt stig

Hann ásannar tó, at tað verður meira enn trupult hjá Føroyum.

? Tað verður ein ógvuliga trupul dystur, har teir fara at spæla í einum øgiligum tempo. Men teir hava sínar trupulleikar at dragast við, og vónandi kann tað blíva okkara fyrimunur, sigur Jákup á Borg.

 

Jákup á Borg vísir á, at tað liggur eitt stórt trýst á rumenum eftir, at teir taptu 5-0 móti Serbia.

? So um eitt føroyskt landslið nakrantíð skal hava stig í móti rumenska landsliðnum, so er tað kanska í dag, sigur hann.

Av tí sama metir hann eisini, at ein javnleikur er ógjørligur at hála heim.

? Teir hava latið líka nógv mál inn sum vit, og eg rokni við at vit fáa eitt mál, so 1-1, sigur Jákup á Borg.