Jákup Thomsen: Vit hyggja frameftir

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at klassamunur var á liðunum á Tórsvølli í dag. Danska U21-landsliðið vann ein fullt uppibornan 3-0 sigur, har serliga Rasmus Nissen, sum til dagligt spælir við FC Midtjylland, var eyðsýndur.

 

- Vit spæla ein flottan fyrra hálvleik, men ein lítil feilur ger, at vit fara aftur um. Í øðrum hálvleiki megna vit tíverri ikki at fylgja við, tá teir seta ferðina upp og skifta síðu skjótt, sigur Jákup Thomsen.

 

Føroyska liðið var í stórum pørtum av dystinum trýst langt aftur á vøllin, og einsamalli føroyski áleyparin í dag var nærum líka nógv á egnari hálvu sum inni á donsku hálvuni.

- Tað gjørdi eisini, at tað bleiv sera langt fram til teirra mál, og tá vit fáa bóltin eru vit bara tveir, sum fara í álop. Tá er torført at fáa nakað burtur úr, sigur hann.

 

- Donsku spælararnir eru sera góðir, eg havi spælt móti nógvum teirra í yngru deildunum í Danmark. Nú spæla teir í Dortmund, Sampdoria og aðrastaðni og fleiri fara heilt víst til størri lið í framtíðini, sigur hann.

 

Sjálvur bleiv Jákup Thomsen leigaður út til Thisted í morgun.

- Eg var nógv skaddur í vár, tá eg var leigaður út til Skive, so eg vóni, at eg nú kann fáa gongd á yrkisleiðina aftur, sigur hann.

 

Sunnudagin skal føroyska liðið spæla á útivølli móti Finnlandi. Jákup Thomsen ivast ikki í, at tað eisini verður ein torfør uppgáva, men vónar eitt betri úrslit enn í dag.

- Vit taptu 6-1 móti Finnlandi í fjør, so alt kann henda, um vit ikki eru til reiðar, men um vit spæla líka væl í verjuni, sum vit gjørdu í dag, so hava vit vón um eitt gott úrslit, sigur hann.