Jákup Thomsen kom á máltalvuna

Video: Ungi og evnaríki føroyski leikarin kom í gjár á máltalvuna fyri eykaliðið hjá FC Midtjylland

Ungi og evnaríki føroyski leikarin, Jákup Thomsen, sum í summar hevur fingið spælitíð í venjingardystum á besta liðnum hjá FC Midtjylland, spældi í gjár fyri eykaliðið hjá felagnum.

 

Dysturin var ímóti eykaliðnum hjá Brentford úr Onglandi. Orsøkin til at mótstøðan kom heilt úr Onglandi, er tí at FC Midtyjlland og Brentford bæði hava somu eigarar.

 

Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, eftir at FC Midtjylland hevði verið á odda 2-0. Tað eydnaðist eisini Jákupi Thomsen at koma á máltalvuna, tá hann 25 minuttir inni í dystinum, skoraði til 2-0 fyri FC Midtjylland.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt av dystinum millum FC Midtjylland og Brentford.