Jákup Thomsen gevst í FC Midtjylland

Føroyski landsliðsspælarin hevur leingi drigist við skaðar

FC Midtjylland boðar í dag frá, at felagið hevur endað samstarvið við føoryska landsliðsspælaran, Jákup L. Thomsen. 22 ára gamli havnarmaðurin hevur verið skaddur ein stóran part av seinnu árunum.

- Jákup hevur havt drúgvar skaðar og vit eru nú samdir um, at vit enda samstarvið og tað er best fyri báðar partar, sigur Svend Graversen, ítróttarstjóri í FC Midtjylland.

Jákup L. Thomsen hevur verið í FC Midtjylland í sjey ár, men hevur eisini verið útleigaður til Thisted og FH í Íslandi. Hann hevur verið partur av føroyska U21 og A-landsliðnum.

- Vit takka Jákupi fyri tey næstan sjey árini í felagnum. Hann er ein fantastiskur spælari og eitt deiligt menniskja. Vit ynskja honum bara tað besta í framtíðini, sigur Svend Graversen.

Tað er í løtuni ógreitt hvat liggur í kortunum hjá áleyparanum, sum enn er nakað frá at kunna spæla aftur.