FC Midtjylland boðar í dag frá, at felagið hevur útleigað føroyska Jákup Ludvig Thomsen til íslendska FH fyri 2019. 21 ára gamli áleyparin varð eisini útleigaður til føroyingafelagið í farna kappingarári.
- Jákup mennir seg við at spæla í Íslandi, og tað er eisini meiningin við at útleiga. Hann skal spæla fast og venja væl, so hann heldur fram við at menna seg, sigur ítróttarstjórin í FC Midtjyllandi, Svend Graversen, við heimasíðuna hjá felagnum.
Havnarmaðurin, sum fekk debut á A-landsliðnum í fjør, spældi 12 dystir fyri FH í farna kappingarári. Hann skoraði fýra mál, sum komu í fýra teimum seinastu dystunum. Jákup Thomsen hevur sáttmála við FC Midtjylland fram til 2022.
FH hevur eisini føroysku landsliðsspælararnar, Gunnar Nielsen og Brand Hendriksson í hópinum. Hartil spælir Kaj Leo í Bartalsstovu við Vali, meðan René Shaki Joensen spælir við Grindavík.










