Jákup tekur ikki stórsteypatapið so tungt (FM1)

(FM1) Leikliga fegnast høvuðsvenjarin hjá B36 um nógv hóast tapið í stórsteypadystinum

Fyri fimtu ferð í søguni spældi B36 stórsteypadyst í dag, og fyri fimtu ferð tapti B36. B36 hevur áður tvær ferðir tapt aftaná brotssparkskapping, og teir hava tvær ferðir áður tapt aftaná vanliga leiktíð.

 

Símun Samuelsen syrgdi við sigursmáli sínum fyri HB, at keðiligu stórsteypahagtølini hjá B36 halda fram.

 

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg harmast støðuna tá HB skorar sigursmálið aftaná Jónas Tór Næs gleið, men annars tekur hann ikki tapið so tungt.

 

Leikliga er hann væl nøgdur við avrikið ímóti FM-vinnarunum í dag. Nú vónar Jákup á Borg, at hann kann brúka afturvenda Magnus Holm Jacobsen í dystinum ímóti Skála á heimavølli komandi sunnudag.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg aftaná stórsteypadystin.

 

HERber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá HB, og eisini at hoyra Heðin Askham taka samanum dystin. Hoyr eisini samrøður við sigursmálskjúttan, Símun Samuelsen og høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson.