TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná B36 hevði tapt 1-2 og samanlagt 2-4 ímóti estiska liðnum, Nommi Kalju.
Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini loyvdi Jákup á Borg málverjanum, Tórði Thomsen at fara fram til eitt hornaspark. Lítla løtu seinni var støðan 1-2 til mótstøðuliðið, og Føroyar høvdu mist ein týdningarmiklan javnleik til útrokningina á UEFA Ranking yvirlitinum.
Jákup á Borg er av tí avgjørdu meining, at tað var rætt av B36 at satsa alt tá, tí hann kendi seg ikki vísan í, at B36 fór at fáa eitt hornaspark aftur.
Samlað heldur Jákup á Borg, at B36 hevur leikliga staðið seg væl í tveimum dystum ímóti Nommi Kalju, men úrslitini eru samlað eitt vónbrot.