- Tað verður ikki eg, sum bjargi Sjálvstýrisflokkin hesiferð, men eg havi lovað at hjálpa í valstríðnum, meðan eg eri heima í jólafrí.
Tað er Jákup Sverri Kass, sum hevur umboðað Sjálvstýrisflokkin í løgtinginum, sum greitt sigur, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið hesiferð.
Jákup Sverri Kass er í lestrarørindum í Århus, har hann lesur enskt og evropeisk viðurskifti. Hann hevur verið í Århus í hálvt triðja ár og gongur eftir ætlan, so er Jákup Sverri Kass klárur aftur um trý ár.
- Eg eri sjálvstýrismaður enn, men eg segði longu í 2001, at eg komi ikki heimaftur fyrr enn útbúgvingin er liðug, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann dugur at síggja, at løgtingsvaldið hesifer kann vera avgerandi fyri flokkin, men vísir á, at fleiri ferðir áður hava kanningar spátt, at flokkurin fánar burtur.










