Jákup Suni heldur fram sum formaður í SEV, og Bogi Andreasen verður næstformaður.
Á eykaaðalfundi á Hotel Føroyum fyrrapartin bleiv nýggj nevnd vald fyri komandi fýra árini.
Tríggir av limunum blivu afturvaldir, meðan fýra eru nýggir.
Teir nýggju eru Bogi Andreasen, Jens Johannesen, Karl Rasmussen og Karl Olsen, meðan Jákup Suni Lauritsen, Steinbjørn O. Jacobsen og Bødvard Hjartvardsson halda fram.
Seinnapartin hevur nevndin skipað seg við Jákup Suna Lauritsen sum formanni í fýra ár afturat, og Boga Andreasen sum næstformanni.