Uppstilling
Jákup Suni Joensen, løtgtingsmaður fyri Fólkaflokkin í Norðurstreymoy, verður ikki at síggja í tinginum komandi valskeið. Hann stillar ikki uppaftur.
Jákup Suni Joensen, sum býr á Signabø, sigur, at hann satsar meira upp á býráðið í Havn enn upp á landspolitikk.
Hann varð fyrst valdi býrðáðslimur í Havn við seinasta kommunuval. Atkvøðutalið, hann tá fekk, svarar til meira enn helvtina av øllum atkvøðum í Kollafirði.
?Slíkt gevur ábyrgd, og eg kenni eina stóra skyldu mótvegis kollfirðingum, sigur hann. Og greitt er, at hallarmálið í Kollafirði liggur sera frammalaga í sinninum.
Hann sigur at hann metir ikki, at tað at vera býráðspolitikari í Havn, samsvarar við at vera løgtingsmaður fyri Norðurstreymoy.
At sita sum formaður í Havnarnevndini er eisini rættiliga krevjandi arbeiði, sigur Jákup Suni Joensen. Umframt teir vanligu, politisku nevndarfundirnar, eru rættiliga nógvir aðrir fundir, eitt nú við kundar hjá Tórshavnar Havn, har hann luttekur. Hann metir sjálvur, at tað man vera minst ein um vikuna ella so.
Hann sigur, at hann metir stutt og greitt ikki, at arbeiðsorkan røkkur til eisini at vera tingmaður, tí hann vil gera sítt arbeiði til lítar. Og umframt at vera býráðslimur í Havn, livir hann av at vera snikkari. Hann eigur saman við einum øðrum byggivirkið Bul á Signabø, og har er arbeiðið so nógv, at hann ikki metir, at hann klárar meira enn tað og býráðið.
Tað eigur ikki at koma óvart á nakran koritni, at Jákup Suni Joensen ikki stillar upp, metir han sjálvur. Tí hann hevur verið rætiliga nógv í farloyvi frá tinginum seinnu tíðina. Næsti maður á listanum, Ingi Olsen, hevur sitið á tingi ímeðan.