Seinnapartin í gjár fóru átta føroyingar at stríðast um heiðurin at vera føroya sterkasti maður. Tá var árliga føroyameistarakappingin. Har vóru átta vøddamiklir menn í harðari kapping, tí hvør teirra bar, lyfti og hildu væl yvir eitt tons, áðrenn tað var greitt, hvør var sterkastur.
Jákup Suni Berg vann kappingina. Hann stóð best best í bólkunum bonkpress, at lyfta bobbens og at renna við loddum upp gjøgnum trappur. Hann vann eisini stammuna.
Tað var Heini Hátun, sum vann í conanwheel. Bogi Hammer og Heini Hátún vunnu báðir í bólkunum deadlift, sum er at lyfta dekk.
Royndir og óroyndir
Tað vóru bæði royndir og óroyndir menn, sum bjóðaðu seg fram at vinna føroyameistarakappingina í ár. Herman M. Hermansen og Bárður Poulsen hava drúgvir royndir. Bogi Hammer, Jákup Suni Berg og Finnur Poulsen vóru við í fjør. Heini Hátún, Johnfinn Hentze og Bjarni Joensen vóru nýggir í hesum høpi.
Gunnar Grækarisson, sum vann í fjør, hevði ikki møguleika at verja heitið í ár, men hann var við sum høvuðsdómari. Gunnar Hjelm var hjálpardómari.
Tað var eingin, sum stóð Jákup Suna Berg kurl. Hann vann við 44,5 stigum, sum er 7,5 stig fleiri enn nærmasti kappingarneytin, Jónfinn Hentze.
Samlaða støðan í kappingini :
1. Jákup Suni Berg 44,5 stig
2. Jónfinn Hentze 37,0 stig
3. Heini Hátún 36,0 stig
4. Bogi Hammer 32,5 stig
5. Herman M. Hermansen 21,5 stig
6. Bárður Poulsen 18,5 stig
7. Finnur Poulsen 16,0 stig
8. Bjarni Joensen 7 stig









