TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við miðvallaran, Jákup B. Andreasen aftaná Jákup og liðfelagarnir á føroyska U21-landsliðnum høvdu spælt javnleik 2-2 ímóti Póllandi.
Jákup B. Andreasen heldur, at talan var um ein dyst sum var stuttligur at spæla, serliga seinni hálvleikur tá føroyska liðið skoraði bæði málini.
Hann iðrar seg sum hinir um, at sigurin var mistur heilt ímóti dystarenda, men hann heldur, at talan er um eitt gott avrik hjá honum og liðfeløgunum ímóti einum sterkum pólskum liði.