Jákup á Strandferðsluni í 30 ár

Fríggjadagin í farnu viku var móttøka á Strandferðsluni í samband við at eitt av starvsfólkunum har hevur verið knýtt at stovninum í samfull 30 ár.

1. juli 1975 ? um sama mundið sum nýggi Smyril kom til landið - byrjaði Jákup Hansen hjá Strandferðsluni. Og fríggjadagin var so dagurin komin, tá hetta skuldi markerast.
Tað gjørdi leiðslan á Strandferðsluni við at bjóða til móttøku í hølunum Yviri við Strond, har bæði starvsfelagar og mong onnur nýttu høvið at støkka inn á gólvið fyri at heilsa uppá jubilantin.
Millum hesi var stjórin í Strandferðsluni, Kristian Davidsen og starvsfólkaleiðarin, Páll Heinesen. Í sambandi við dagin fekk hann eisini fleiri gávur, m.a. ein málning frá Strandferðsluni.
Hesi 30 árini hjá Strandferðsluni er Jákup nærum vorðin ein ?býarmynd? hjá stovninum. Hann hevur havt sum uppgávu at ganga til handa á Farmadeildini, og ikki minst við at bera post millum báðar bygningarnar hjá stovninum.
- Hetta hava verið 30 góð ár, sigur Jákup, sum í januar mánaði næsta ár verður 55 ár.