Jákup í Smiðjuni í Lítluvík

Í dag letur upp forvitnislig málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Jákup Lervig, ið sýnir fram akryl málningar.

Myndatilfarið er sera fjølbroytt og fevnir um bæði um abstraktar og naturalistiskar málningar.

Jákup Lervig er føddur í Havn, har hann eisini býr. Hann hevur verið fastur luttakari í undirvísingini hjá Kvøldskúlanum seinastu 4-5 árini.

Listamaðurin hevur áður fleiri ferðir verið við á Ólavsøkuframsýningini, felags framsýningum Smiðjuni í Lítluvík, Galleri Tornby og hjá Lions Club í Müllers Pakkhúsið.

Framsýningin letur upp í dag klokkan 14 og er opin til og við týsdagin í komandi viku. Opið er allar dagar klokkan 14-19, tó er opið leygardagin klokkan 10-19.