Jákup Mikkelsen hevur ilt við at sleppa framat málinum á besta liðnum í Molde. Undanfarnu ferðirnar hevur Eddie Gustafsson ikki verið serliga sannførandi. Kortini hevur svenski Molde venjarin, Gunde Bengtsson, aftur og aftur valt at geva landsmanninum møguleikan millum stólparnar, og tað gjørdi hann aftur sunnukvøldið, tá Molde var og vitjaði Bryne, har Knut Lillebakk, sum er útleigaður frá Molde, er málverji.
Og tað er einki at ivast í, at Eddie Gustafsson aftur fer at fáa møguleikan, tá áttanda umfarið í landskappingini verður á skránni hóskvøldið. Í Bryne helt hann tætt, tí Molde vann 2?0. Molde skoraði longu tá tríggir minuttir vóru farnir, og tað hevði stóran týdning fyri dystargongdina. Málið fingu teir, tá ein av verjuspælarunum hjá Bryne royndi at leggja aftur til málverjan. Ein av álopsspælarunum kom ímillum. Seinna málið kom, tá sjey minuttir vóru eftir. Spælarin, sum bara hevði verið fýra minuttir á vøllinum, skoraði.
Hóskvøldið skal Molde spæla á heimavølli ímóti Moss.
Í Noregi snúði mesta fótbóltsprátið seg sunnukvøldið um, at Moss hevði megnað 2?2 á heimavølli ímóti Rosenborg. Meistaraliðið hevur ikki verið sannførandi tað, sum er farið av hesum kappingarárinum. Í sætta umfarinum vunnu teir, og so varð roknað við, at tað skuldi ganga undan, men tað meiri enn hálvkiksaði í Moss.
Lyn er framvegis oddalið. Hesa ferð vóru teir á Ullevål, har teir vunnu 2?1 ímóti Vålerenga, sum hóast tapið framvegis er á bronsuplássinum.
Bodø/Glimt hevur gjørt norska fótbóltsheimin púra ovfarnan í vár, men nú eru teir so smátt við at koma niður á jørðina, sjálvt um teir framvegis eru á øðrum plássi. Hesa ferð høvdu teir heimavøll ímóti Viking Stavanger, sum er á fjórða plássinum. Úrslitð var málleysur javnleikur.
Lillestrøm var í Kristiansand og fór avstað aftur við øllum stigunum. Eingin ivi var um, hvat var betra liðið. Lillestrøm vann 2?0. Stabæk vann tepran 1?0 sigur, tá teir høvdu vitjan av Odd Grenland úr Skien.
Sogndal sigursleyst
Tað stendur ikki væl til hjá Sogndal, sum hevur havt fleiri føroyingar á liðnum, og sum stóð seg væl í bestu deildini í fjør. Eftir at teir hava spælt sjey dystir, bíða teir framvegis eftir fyrsta sigrinum. Teir eru niðast, og nú kann tað verða so skjótt, at hini liðini fara frá teimum, um tað ikki fer at venda í úrtøkuni.
Hesa ferð sá tað tvær ferðir út sum um, at Sogndal skuldi fáa stig og kanska vinna. Teir vóru á odda 1?0 og 2?1 á heimavølli ímóti Brann úr Bergen, men tað endaði við, at Brann vann 3?2. Dómarin hevði lagt tríggar minuttir afturat vanligu leiktíðini, og tað var í síðstu sekundunum av eyka leiktíðini, at Brann fekk sigursmálið. At botnliðini ikki eru serliga heppin, var hetta aftur eitt dømi um.
Umframt Molde?Moss sær skráin millum annað soleiðis úr hóskvøldið: Lyn?Bodø/Glimt, Lillestrøm?Vålerenga og Odd-Sogndal.










