Tað verður Jákup Sumberg, sum skal vera chefkokkur í nýggju matstovuni hjá Hilton Garden Inn hotellinum, ið eftir ætlan letur upp í summar.
Jákup Sumberg er tekniskt sæð ikki byrjaður í starvinum enn, men sigur í samrøðu við in.fo, at hann byrjar í nýggja starvinum 1. mars.
Jákup Sumberg fær í løtuni ikki greitt frá, júst hvat tað verður fyri matur, ið matstovan fer at borðreiða við, tí at tað eru framvegis viðurskifti, ið felagið skal fáa upp á pláss, áðrenn tann kunningin verður almenn.
– Tað eru fleiri, sum hava spurt, men tað er ein løta enn, áðrenn eg sleppi at siga nakað, sigur Jákup Sumberg.
Jákup Sumberg hevur seinastu tíðina verið mest at sæð handan diskin í reyða burgarabilinum, ið hevur selt vælsmakkandi brioche burgarar kring landið seinastu tvey árini.
Haraftrat var Jákup Sumberg eisini oddamaður í køkinum, tá Barbara Fish House lat upp fyrstu ferð.