Jákup skal seljast

Leiðslan í Herfølge ásannar, at Jákup Mikkelsen ikki verður verandi í felagnum, og roynir tí at selja hann sum skjótast, soleiðis at nakað av peningi kann fáast í kassan

 

Superliga


Tá Jákup Mikkelsen á fundi við leiðsluna í Herfølge hóskvøldið boðaði frá, at hann ikki tók av tilboði teirra um nýggjan sáttmála, var talan sum so ikki um nakað útspæl frá hansara síðu. Boðini vóru endalig, og sum skilst, vóru partarnir somikið langt frá hvørjum øðrum í fíggjarliga partinum, at meira verður ikki gjørt við málið.


Skal seljast

Síðani hevur Jákup enn eina ferð verið á fundi við leiðsluna, og nú er líkt til, at felagið vil sleppa av málverjan sum skjótast. Hetta er tó ikki orsakað av nakrari ónøgd, men heldur fyri at royna at fáa nakað av peningi í kassan.

Tað er jú soleiðis, at um sáttmálin millum Jákup og Herfølge rennur út, kann Jákup frítt fara úr felagnum, uttan at lata so mikið sum eitt klovið oyra eftir sær, og hetta tykist leiðsla felagsins als ikki at vera áhuga í.


Tá vit høvdu orð á Jákupi sunnudagin segði hann tó, at tað enn ikki var komið nakað útspæl um eitt skifti frá nøkrum felag.

- Leiðslan hevur lovað mær, at teir skulu hjálpa til við at finna eitt annað felag, men enn er so einki avgjørt um, hvat felag talan verður um. Enn hevur so eingin vent sær til okkum um eitt møguligt keyp, so eg eri framvegis í bíðistøðu.

Donsku fjølmiðlarnir fylgja annars framvegis væl við, hvørjar ætlanir Jákup hevur fyri framtíðina, og serliga er tað møguleikin fyri, at hann flytir heim til Klaksvíkar, sum tykist hava vakt ans. Fjølmiðlarnir hava tó heldur ikki nakað boð um, hvat komandi felagið hjá Jákupi verður.

FCK hevur verið nevnt sum ein møguleiki, eftir at Jákup svaraði einums spurningi frá óalmennu síðu felagsins, FCK-online.dk. Mánamorgunin var tó framvegis einki at frætta í so máta. Teir á heimasíðuni tykjast fylgja væl við, hvat hendir við málverjanum, men skriva tó, at enn hevur samband ikki verið millum partarnar.


Faxe verður

Annars tykist tað nú greitt, at venjarin hjá Herfølge, John »Faxe« Jensen, nú fer at leingja sáttmálan. Seinasta hálva árið ella so hevur dúgliga verið gitt um, hvørt Faxe fór at søkja starv hjá øðrum felag, eftir at sáttmáli hansara fór at ganga út, men hetta verður so av ongum.

Sambært onside.dk eru Faxer og leiðsla felagsins samd um at leggja trý ár afturat verandi sáttmálanum, og skuldi nýggjur sáttmáli ætlandi skrivast undir í gjár ella í dag.

Steen Sarka, ítróttastjóri í Herfølge, sigur við heimasíðuna, at teir í felagnum eru sera fegnir um, at Faxe verður verandi, og vísur m.a. á umfatandi ungdómsarbeiðið, sum venjarin hevur sett á stovn í felagnum. Eisini vísur hann á, at fleiri leikarar, sum eru í samráðingum um nýggjan sáttmála, hava lagt trýst á leiðsluna fyri at fáa teir at leingja sáttmálan við Faxe.

Møguliga verður fyrsta uppgávan hjá Faxe, nú hansara framtíð er fastløgd, at finna ein nýggjan málverja til liðið, sum í fjør varð danskur meistari, men sum í ár aftur hevur átikið sær meira væl kenda leiklutin í niðaru hálvu av stigatalvuni.