Síðstu løtuna var tað Jákup Mikkelsen, sum syrgdi fyri, at klaksvíkingarnir høvdu eitt stig við sær norður aftur. Landsliðsmálverjin vann fleiri ferðir tvídystirnar, tá ið toftamenn vóru einsamallir frammanfyri honum.
Í síðstu løtu varð Jákup skaddur í lærkrikanum. Í Klaksvík vóna teir, at málverjin verður tøkur, tá ið KÍ annan sunnudag skal í Gundadal at spæla ímóti B36, sum Jákup royndist so væl hjá tey árini, hann var suðuri í Havn.
- Steðgurin kemur væl við. Rodrigo fór av vøllinum smáskaddur, og Ove Nysted var ikki við í dag, tí hann er skaddur, staðfesti KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
- Tað gongur rætta vegin. Nú hava vit spælt tríggjar ferðir á rað uttan at tapa. Fimm stig í trimum dystum er ikki so galið. Vit hava funnið fram til eina uppstilling, sum vit arbeiða við, og tað kennist sum um, at tað gongur rætta vegin, staðfesti KÍ venjarin.