Jákup: Sjáldsama lítið at gera

Føroyski landsliðsmálverjin hevur havt harðari dystir á landsliðnum

Føroyski málverjin Jákup Mikkelsen stóð enn ein góðan dyst í málinum, og hann sigur, at tað er langt síðani, at hann hevur havt so lítið at gjørt í einum landsdysti.

Jákup Mikkelsen sigur, at eftir hansara tykki var dysturin rættuliga tamur, men tá breiðvaksni miðverjin úr Leicester City, Matt Elliot, fekk reyða kortið, væntaði Jákup, at tað fór at ganga, hóast skotar tá høvdu fingið leiðsluna.

? Eg roknaði við, at tað fór at ganga, tí vit spældu fult upp við skotar, og tað vóru vit, sum høvdu teir flestu opnu møguleikarnar. Í seinna hálvleiki høvdu skotar lítið og einki at bjóða uppá, tað er langt síðani, at eg havi havt so lítið at gjørt. Eg haldi tó, at vit kundu havt verið eitt sindur meiri málsøknir í seinna hálvleiki.

Hvussu upplivdi tú skotska málið?

? Tað kom ein høgur bóltur úr vinstru síðu, og hann kom niður ógvuliga nær málinum. Eg tordi ikki at taka hann og royndi tí at vippa hann burtur, men hann kom beint á Øssur, sum ikki visti, at hann hevði ein mann beint í hølunum, og hesin tók so og skeyt bóltin í málið.

Hvussu upplivdi tú so føroyska málið?

? Eg fekk tað ikki við beinanvegin, og tað gekk ein góð løta, áðrenn eg jublaði.

Hevði tú roknað við hesum undan dystinum?

? Eg hevði vónað at fingið stig, og tað gekk so. Hetta er tað størsta, sum eg havi upplivað í fótbólti. Somuleiðis gevur hetta okkum góðar vónir til mikudagin, og eg ivist ikki í, at hetta fer at lokka nógv fólk inn á Svangaskarð mikukvøldið. Vónandi fáa vit enn eitt gott úrslit tá, tí hýrurin í hópinum er góður, og sjálvsálitið er høgt, sigur ein ovurfegin føroyskur málverji og brosar um alt fimmoyrað.