Jákup setti eingi krøv

A-Landsliðið - Brian Kerr gav einki lyfti og Jákup Mikkelsen hevði einki krav um spælitíð, tá avtalað varð, at royndi málverjin tók enn eitt tørn á landsliðnum. – Men eg bæði vóni og vænti, at eg spæli, sigur Jákup Mikkelsen erliga

Tá Sosialurin tosaði við Jákup Mikkelsen, hevði hann enn ikki fingið boðini frá lands­liðsvenj­ara­num, um at hann byrjar inni í kvøld.
– Eg havi ikki sett nakra treyt um, at eg skal vera fyrstaval, nú eg komi við aftur. Hetta hevur Brian Kerr heldur ikki lovað mær, at eg verðið. Men eg bæði vóni og vænti, at eg spæli dystin í kvøld, sigur Jákup Mikkelsen erliga úr tele­fon­ini úr Slovenia.
Annað hevði verið undarligt, men tað er óneyðugt at spekulera í hesum, tí tað verður Jákup Mikkel­sen, sum verjir mál okkara í kvøld. Tað hevur Brian Kerr váttað fyri Sosial­inum.

Deiligt at vera aftur
Men hóast eingi lyfti um spælitíð, fegnaðist Jákup Mikkelsen, um at vera partur av landsliðnum aftur. – Tað er deiligt at vera við aftur. Mær hevur altíð dámað væl landsliðið og alt kring tað, og soleiðis er eisini nú, greiðir Jákup Mikkelsen frá.
– Men tað kann kanska vera, at hinir halda tað vera løgi, at eg eri við aftur, men soleiðis havi eg tað als ikki, leggur Jákup Mikkelsen flenn­andi aftrat.

Tekur ikki kjansin frá nøkrum
Tað hevur fingið nógva umrøðu, at Jákup Mikkelsen aftur er partur av landsliðnum – í eina tíð um ikki annað. Tá Jákup Mikkelsen gavst á sinni, segði hann, at tað var fyri at geva Gunnari Nielsen plássið mill­um stengurnar. Spurningurin er so, um Jákup Mikkelsener ikki tekur kjansin frá Tórði Thomsen, nú Gunnar Nielsen ikki er tøkur?
– Nei, soleiðis síggi eg ikki upp á tað. Tað hava verið fýra málverjar aftrat mær á landsliðnum seinastu árini. Gunnar Nielsen, René Tórgarð, Meinhardt Joensen og Tórður Thomsen. Gunnar er skaddur, so har er einki at gera. René hevur verið smáskaddur í sera langa tíð, og Meinhardt hevur eisini havt sínar skaðar at dragast við. So er bara Tórður Thomsen eftir, men síðani HB skifti venjaran út, hevur hann ikki verið fastur maður har, greiðir Jákup Mikkelsen frá og legg­ur aftrat, at hann eingi krøv hev­ur sett, um at hann skal vera fyrsta­valið millum stengurnar.

Er væl fyri
Nú er tó greitt, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum stendur millum okk­ara stengur í kvøld. Hesa upp­gávuna er landsliðsmálverjin klárur til, hevur hann prógvað so seint sum í seinasta landskapp­ingar­um­farinum.
– Eg haldi, at eg eri væl fyri í løtuni. Eg havi drigist við ein trupul­leika í lærkrikanum seinastu tríggj­ar vikurnar, men tað tykist ikki vera ein trupulleiki nú, sigur Jákup Mikkelsen, sum hevur góðar vónir til dystin í kvøld.
– Menn virka sum heild væl fyri, men eitt gott úrslit krevur, at vit allir gera okkara besta, sigur Jákup Mikkelsen.