Í kvøld fer Jákup Mikkelsen at verja føroyska málið fyri 67. ferð. Tað eru fleiri ferðir enn nakar málverji hevur verið málverji hjá fótbóltslandsliðnum.
Jens Martin Knudsen vardi í síni tíð málið 65 ferðir. Tað vil siga, at Jákup setti met leygarkvøldið í Fraklandi, tá ið hann var málverji fyri 66. ferð, og í kvøld fer hann at seta nýtt met.
Og Jákup setir eitt annað met, hvørja ferð hann spælir á landsliðnum:
14. august fylti Jákup Mikkelsen 39 ár. Hann er elsti landsliðsspælarin nakrantíð, og hesar seinastu ferðirnar hevur hann sett nýtt aldursmet, hvørja ferð hann hevur spælt á landsliðnum.
Jens Martin Knudsen er føddur 11. juni í 1967. Tað vil siga, at honum restaðu 27 dagar í at vera 39 ár, tá ið hann 14. mai í 2006 vardi føroyska málið í vinardystinum í Póllandi. Tá ið Jákup Mikkelsen 12. august í ár vardi føroyska málið á heimavølli ímóti Fraklandi (0-1), restaðu tað tveir dagar í, at hann varð 39 ára gamal. Síðani tá hevur Jákup tríggjar ferðir sett nýtt aldursmet á landsliðnum ? á útivølli ímóti Eysturríki, á heimavølli ímóti Litava, á útivølli ímóti Fraklandi, og í kvøld setir hann nýtt aldursmet.
Jákup hevur boðað frá, at hann nú fer at gevast á landsliðnum.