Jákup sera misnøgdur við dómaran

Jákup Mikkelsen, landsliðsmálverjin hjá KÍ, ásannaði, at klaksvíkingar ikki høvdu megnað at skora mál, hóast teir í kvøld á heimavølli ímóti HB høvdu givið alt tað, sum teir megnaðu.

Landsliðsmálverjin var sera misnøgdur við avrikið hjá dómaranum í sambandi við málini í 2-0 HB sigrinum í Klaksvík í kvøld.

- Øll á og kring vøllin uttan dómarin og hjálpardómarin sóu, at Hanus Thorleifsson við hondini slerdi bóltin upp um meg og í málið. Um tú spyrt Hanus Thorleifsson, so rokni eg heilt víst við, at hann er samdur við mær.

Málverjin, sum annars ikki er kendur fyri at taka so rívan til, var heldur ikki nøgdur við dómin, sum førdi fyrra málið við sær:

- Fróði Benjaminsen er rutineraður, og hann tveitir seg, tá ið okkara spælari taklar. Dómarin hoppaði upp á tað, og tað kostaði eitt mál, staðfesti Jákup Mikkelsen í samrøðu við Rás2 stutt eftir dystarlok.

 

Andrew av Fløtum, sum skoraði fyrra málið upp á brotsspark, var sera nøgdur við úrslitið:

- Hetta var ein arbeiðssigur. Vit vistu, at tað fór at vera torført, tí teir eftir stórtapið fóru at koma við øllum. Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør eru skjótir, so vit løgdu okkum aftarlaga at bíða eftir teimum. Tað riggaði væl. Tað gjørdist ongantíð vakurt spæl, tí vit gyppaðu nógv.

Rás2 vildi hava Andrew av Fløtum at siga sína hugsan um seinna málið:

- Bólturin kom í hondina. Eg veit ikki, um tað var tilvitað, men eg haldi, at Hanus slerdi bóltin í málið.