Formaðurin í Føroya Reiðarafelag seinastu nógvu árini leggur frá sær síðst í mánaðinum Síðst í hesum mánaðinum fer ein eykaaðalfundur hjá Føroya Reiðarafelag at taka støðu til ávísar bygnaðarbroytingar, og í tí sambandi hevur Jákup Sólstein boðað limunum frá, at hann gevst í formansstarvinum.
Jákup Sólstein hevur verið í nevndini í Føroya Reiðarafelag síðsni fyrst í áttatiárunum.
-Eg eri 67 ár, og tí boðaði eg frá á seinasta aðalfundi, at tíðin var komin hjá felagnum at velja nýggjan formann, sigur Jákup Sólstein við Norðlýsið.









